Fremsta endamál hjá Trygdargrunninum er at veita inntøkutrygd, tá inntøkur fiskimanna svíkja.
Grunnurin
Endamál
Um Grunnin
Grunnurin er stovnaður sambært løgtingslóg nr. 132 frá 28.12.2010, og tók frá 1. januar 2011 yvir virksemið hjá Lønjavningarstovuni, sum hevði virkað við sama endamáli í meiri enn 60 ár.
Niðanfyri er søgan í stuttum lýst.
1947: | Tingið samtykkir eina fyribilsskipan, ið umfatar eina minstulønarskipan og eina sjúkraviðbótarskipan |
1947: | Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna verður stovnaður |
1947: | Tórur A. Dalsgaard verður settur sum stjóri |
1947: | Minstalønin verður uppgjørd eftir árslok |
1950: | Skipanin gerst varandi |
1950: | Forskotsskipanin verður stovnað |
1954: | Minstalønin verður uppgjørd mánaðarliga |
1955: | Minstalønin lækkar, men fiskimenninir fáa eina prísviðbót pr. kg. saltfisk ístaðin |
1957: | Minstalønin verður roknað fyri hvønn túr sær |
1960: | Minstalønin verður gjørd eins fyri allar bólkar av fiskimonnum |
1969: | Kilostudningurin verður latin umframt minstulønina |
1969: | Minstalønin verður prístalsviðgjørd |
1973: | Thurid Thomasen verður sett sum stjóri |
1975: | Hildibjart Johansen verður settur sum stjóri |
1975: | Ráfiskagrunnurin verður settur í gildi |
1975: | Minstiforvinningur til útróðrarmenn verður stovnaður og útroknaður fyri hvønn útróðrardag |
1980: | Studningsskipanin broytt og inntøkutrygdin hækkar við 50% |
1989: | Telefonuppboðsølan sett á stovn |
1990: | Ráfiskagrunnurin verður avtikin |
1992: | Føroya Fiskamarknaður verður settur á stovn |
1993: | Telefonuppboðsølan verður avtikin |
1993: | Íløgustuðul verður latin til heimaflotin í 5 ár |
1997: | Telefonstuðul verður latin langfarasjómonnum 1997 - 2005 |
1997: | Lønjavningargrunnurin verður umskipaður |
1997: | Lønjavningarstovan verður skipað |
1997: | Forskotsgrunnur Fiskiflotans verður settur á stovn |
1997: | Serstøk lóggáva um sjúkratrygd verður gjørd |
2004: | Hanni Thomsen verður settur sum stjóri |
2010: | Lønjavningarstovan og Forskotsgrunnurin avtikin |
2011: | Trygdargrunnur Fiskivinnunnar stovnaður og yvirtekur alt virksemið hjá Lønjavningarstovuni |
2011: | Hanni Thomsen settur sum fyribilsstjóri |
2011: | Samstarvsavtala við ALS, og Ernst Jacobsen verður settur sum stjóri |
2013: | Magni á Deild Olsen verður settur sum stjóri |
2013: | Forskotsskipanin avtikin |
2017: | Sjúkratrygd avtikin |
Stýrið
Í stýrinum hjá Trygdargrunni fiskivinnunnar eru 3. umboð frá manningarfeløgunum, 3. umboð frá reiðarafeløgunum og 7. limurin verður beinleiðis valdur av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá feløgunum og er formaður fyri stýrinum.
Stýrið verður valt fyri 4 ár í senn.
Stýrið fyri grunnin
- Alfred Petersen, formaður
- Annfinnur Garðalíð, Føroya Skipara- og Navigatørfelag
- Jan Højgaard, Føroya Fiskimannafelag
- Arnfinn Bech, Maskinmeistarafelagið
- Finnbjørn Vang, Meginfelag Útróðrarmanna
- Jógvan Jespersen, Føroya Reiðarafelag
- Stefan í Skorini, Føroya Reiðarafelag
Roknskapur
Her síggjast roknskapirnir hjá grunninum Síðani 2011