Løgtingslóg nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdargrunn Fiskivinnunnar
Kapittul 1
Endamál og stovnan
§ 1. Settur verður á stovn ein grunnur, nevndur Trygdargrunnur Fiskivinnunnar.
Stk. 2. Grunnurin hevur til endamáls at tryggja tí einstaka fiskimanninum inntøkutrygd.
Stk. 3. Avtala kann gerast millum avvarðandi landsstýrismann og stýrið fyri Trygdargrunn Fiskivinnunnar, at grunnurin kann átaka sær fyrisitingarligar uppgávur móti gjaldi. Hesar uppgávur fevna um sjúkratrygd fyri fiskimenn, avreiðingarhagtøl, mynstringaryvirlit og flutningsstuðul.
§ 2. Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.
Kapittul 2
Leiðsla og fyrisiting
§ 3. At sita fyri og hava ábyrgdina av Trygdargrunni Fiskivinnunnar, verður stýri valt. Stýrið setir stjóra at hava dagligu leiðsluna um hendi.
Stk. 2. Stýrið fær heimild til at gera avtalu við annan grunn ella stovn um umsiting.
§ 4. Stýrið hevur 7 limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum. 3 limir skulu umboða manningarfeløgini í fiskivinnuni og verða valdir eftir uppskoti frá manningarføgunum. 3 limir skulu umboða reiðarafeløgini innan fiskivinnuna og verða valdir eftir uppskoti frá reiðarafeløgunum. 7. limurin er formaður, ið landsstýrismaðurin velur eftir tilmæli frá omanfyri nevndu feløgum.
Stk. 2. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í stýrinum, tá stýrislimi berst frá.
Stk. 3. Limirnir verða valdir fyri 4 ár ísenn, tó so, at stýrislimur verður sitandi, til nýggjur limur verður valdur.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um val av stýri.
Stk. 5. Stýrið ásetur sjálvt sína starvsskipan.
§ 5. Roknskaparárið er álmanakkaárið. Roknskaparførslan skal fylgja ásetingunum í ársroknskaparlógini við slíkum tillagingum, ið mettar verða neyðugar, løgtingslógini um bókhaldsskyldu og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. Eftir tilmæli frá stýrinum kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um roknskaparførðsluna. Roknskapurin verður almannakunngjørdur.
Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum stýrið velur fyri eitt ár í senn.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin fær roknskapin frá Trygdargrunni Fiskivinnunnar.
§ 6. Trygdargrunnur Fiskivinnunnar verður teknaður av stýrisformanni ella stjóra. Stýrið kann veita umboðsfulltrú.
Kapittul 3
Inngjaldingar í grunnin
§ 7. Fæ grunsins verður fingið til vega við, at eigarar av fiskiførum, heimahoyrandi í Føroyum, ið hava loyvi til vinnuligan fiskiskap sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, rinda eitt gjald fyri allar avreiðingar. Gjaldið verður 1% frá 1. januar 2011, og annars, um stýrið tekur undir við tí, soleiðis sum tað til eina og hvørja tíð er ásett i kunngerð av landsstýrismanninum. Gjaldið kann tó í mesta lagi vera 2% av brutto avreiðingarvirðinum.
Stk. 2. Eigarar av fiskiførum, hvørs manning ikki kemur undir ásetingarnar um inntøkutrygd, kunnu fáa undantak at rinda tað í stk. 1 nevnda gjald.
Stk. 3. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um, hvussu og nær persónar og feløg skulu rinda tað í stk. 1 nevnda gjald, og um undantak eftir stk. 2. Eisini kann verða ásett, um tað er uppboðssølan, tann, ið selur, ella tann, ið keypir fiskin fyrstu ferð, hann verður seldur, ið skal afturhalda gjaldið og rinda tað til grunnin.
Stk. 4. Rinda tey gjaldskyldugu ikki rættstundis, skal renta rindast við 1% fyri hvønn byrjaðan mánað. Gjaldið, umfram avgreiðslugjøld, renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum kunnu krevjast inn við panting.
Kapittul 4
Útgjald úr grunninum
§ 8. Fiski- og útróðrarmenn, heimahoyrandi í Føroyum, ið reka fiskifar ella mynstra við fiskifari, heimahoyrandi í Føroyum, kunnu fáa inntøkutrygd, her uppií forskot úr Trygdargrunni Fiskivinnunnar, eftir nærri ásetingum sbrt. stk. 3 og 4.
Stk. 2. Inntøkutrygdin skal vera við til at tryggja fiski- og útróðrarmonnum inntøku í tíðarbilum, tá inntøkan frá fiskivinnu svíkur.
Stk. 3. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetur landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um, hvør kann fáa forskot, inntøkutrygd, stødd á útgjaldi og treytir annars fyri hesum.
Stk. 4. Til landsstýrismaðurin ásetir reglur sbrt. stk. 3, verður útgjald frá Trygdargunni Fiskivinnunnar eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð.
Kapittul 5
Kærur
§ 9. Avgerðir, sum Trygdargrunnur Fiskivinnunnar hevur tikið viðvíkjandi inntøkutrygd og forskoti, kunnu kærast til kærunevndina hjá Trygdargrunni Fiskivinnunnar innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan mynduleika, menn kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt. Freistin hjá Trygdargrunni Fiskivinnunnar at skjóta mál inn fyri Føroya Rætt er innan 6 mánaðir eru farnir frá tí, at grunnurin er kunnaður um avgerðina.
Stk. 2. Ummæli frá grunninum til kærunevndina skal vera avgreitt innan 4 vikur. Kærunevndin kann í serligum førum leingja freistina at geva ummæli.
Stk. 3. Kærunevndin hevur 3 limir, ein umboðandi manningina, ein umboðandi reiðararnar og ein formann, ið skal vera løgfrøðingur. Limirnir verða valdir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn, tó so, at nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur er valdur.
Stk. 4. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í nevndini, tá limi berst frá.
Stk. 5. Trygdargrunnur Fiskivinnunnar rindar fyri ta umsiting, sum umrøtt í stk. 3.
Kapittul 6
Eftirlit og revsing
§ 10. Til umsiting og eftirlit eftir hesi lóg kann Trygdargrunnur Fiskivinnunnar útvega sær allar upplýsingar frá TAKS og øðrum myndugleikum.
Stk. 2. Fiskimaður, fakfeløg og reiðarar hava skyldu at geva Trygdargrunni Fiskivinnunnar tær upplýsingar, grunnurin biðum um í sambandi við umsiting og eftirlit.
§ 11. Hevur fiskimaður ella reiðari givið Trygdargrunni Fiskivinnunnar skeivar upplýsingar, ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri inntøkutrygd ella forskoti, ella annars móti betri vitandi móttikið inntøkutrygd ella forskot, uttan at hava rætt til tess, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá viðkomandi.
Stk. 2. Hevur reiðari medábyrgd av, at skeivar upplýsingar eru givnar, ella at tagt eru um umstøður, sum hava havt týdning fyri inntøkutrygdina ella forskot, liggur afturgjaldskyldan eisini á honum.
Stk. 3. Afturgjalding av skuld eftir stk. 1 og 2 kann fara fram við mótrokning í øðrum krøvum, viðkomandi hevur mótvegis Trygdargrunni Fiskivinnunnar.
Stk. 4. Upphæddir, sum verða kravdar inn eftir hesi grein, fella til gjaldingar ein mánað eftir, at kravið er sett fram. Krøv sambært hesi grein, umframt møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting.
Stk. 5. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð smámunarmark í samband við innkrevjing av ov nógv útgoldnari inntøkutrygd.
Stk. 6. Stýrið kann, eftir nærri ásettum reglum, gera gjaldsavtalur, herundir avskriva krøv, tá útlit ikki eru fyri at fáa allan peningin frá skuldaranum.
§ 12. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum sambært hesi løgtingslóg gevur grunninum skeivar ella misvísandi upplýsingar.
Stk. 2. Feløg, v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 12 a. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast Trygdargrunni fiskivinnunnar talgilt og kann áseta nærri reglur um talgilda samskiftið.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 13. Handa lóg kemur í gildi tann 1. januar 2011, og samstundis fara úr gildi::
- Løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 1997 um Forskotsgrunn Fiskiflotans, og fíggjarstøða grunsins verður flutt í Trygdargrunn Fiskivinnunnar.
- Løgtingslóg nr. 112 frá 13. desember 2006 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
- Løgtingslóg nr. 112 frá 29. desember 1998 um minstuløn og dagstudning.
- Løgtingslóg nr. 73 frá 23. mai 1997 um Lønjavningargrunn.
- Løgtingslóg nr. 59 frá 6. mai 1982 um gjaldsfreist og rentuskyldu Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna.
- Løgtingslóg nr. 91 frá 6. juni 1997 um stuðul til arbeiðsmarknaðargjøld.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, verða kr. 21 mió. fluttar úr Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir v.m., sbr. løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 25. mai 2009, í Trygdargrunn Fiskivinnunnar.
Stk. 3. Har tað í lóggávu verður víst til Lønjavningarstovuna, verður hetta at skilja sum tilvísing til Trygdagrunn Fiskivinnunnar.