Minstiforvinningurin er ein mánaðarlig veiting, ið verður veitt til persónar við bústaði í Føroyum, og sum eru á útróðri á føroysku landleiðini við føroyskt skrásettum fiskiførum undir 110 tons.
Fyri at koma í skipanina, er neyðugt at vera tilmeldaður skipaninaum minstaforvinning. Tilmeldingin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. arbeiðsdag í mánaðinum, har ætlan er um at vera í skipanini. Tilmeldingin skal vera váttað av allari manningini. Tað ber ikki til at økja um manningartalið eftir at tilmeldingarfreistin er úti. Tað ber tó til at fáa eitt nýtt fiskifólk fyri annað. Tað skal boðast skrivliga frá, um broyting er í manningini, og fráboðanin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi saman við mánaðarligu avrokningunum.
Aftrat hesum, skal útróðarbáturin hava avreitt í minsta lagi fyri kr. 240.000 og somuleiðis kr. 25.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón ávikavist teir seinastu 12 og 3 mánaðarnar frammanundan fyri at vera í skipanini.
Veitingin til minstaforvinning er kr. 19.500,- um mánaðin, og upphæddin verður skerd við 100% fyri tað, sum einstaki útróðrarmaðurin hevur forvunnið í fiskiparti og aðrari A-inntøku. Fyri A-inntøku verður minkingin roknað í mun til ta upphædd, sum útróðrarmaðurin sambært samtíðarskattaskipanini hevur fingið útgoldið í mánaðinum, sum minstiforvinningur verður veittur fyri, uttan mun til nær henda inntøka er forvunnin, undantikin er útgoldin minstiforvinningur.
Frítíðarløn verður ikki veitt av minstaforvinningi.
Fiskipartur verður roknaður soleiðis:
Sum felagsfrádráttur av avreiðingarvirðinum verður loyvdur ein botnfrádráttur fyri hvønn tilmeldaðan persón hvønn túr uppá í mesta lagi kr. 3.000 við línu og kr. 1.500 við øðrum reiðskapi, tó kr. 500 á hummaraveiðu. Frádrátturin kann tó ikki vera hægri enn avreiðingarvirðið hvønn túr sær. Av nettovirðinum eigur manningin 45% til javnbýtis.
Les kunngerðina her